Fyrrverandi spyr núverandi um tænastulógina

Fyrrverandi spyr núverandi um tænastulógina
Annika Olsen spyr eina ferð enn Eyðgunn Samuelsen, nær arbeiðið at orða nýggjan tænastupolitikk verður liðugt
Annika Olsen eftirlýsir tænastulógini
 
08.05.2016 - 11:53

Annika Olsen í Fólkaflokkinum sóknast nú aftur eftir tænastulógini. Hon hevur sett Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, fyrispurning um málið.

Annika Olsen spyr, nær arbeiðið at orða nýggjan tænastupolitikk verður liðugt, og nær tað kann væntast, at nýggja tænastulógin verður løgd fyri tingið.

Fyri einum ári síðani varð ein arbeiðsbólkur settur at orða ein tænastupolitikk, sum skuldi vera grundarlagið undir nýggjari tænastulóg til fólk við serligum avbjóðingum.

Nógv tilmæli

Arbeiðsbólkurin skuldi m.a. koma við tilmæli um námsfrøðiliga tilboðið, bæði á bústovnum og á verkstøðum, tilmæli um stuðulsskipanir, sum skuldu stimbra undir sjálvsavgerðarrættin hjá borgaranum, og tilmæli um, hvussu eitt dygdargott eftirlit sum heild kundi skipast á økinum.

Arbeiðið skuldi vera liðugt á ólavsøku í fjør. 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur seinni boðað frá, at arbeiðið skuldi verða liðugt 1.februar í ár, tí arbeiðsbólkurin varð biðin um eisini at taka atlit til endurvenjingarpartin av borgarum við serligum avbjóðingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891