Maersk Oil gevst í Grønlandi

Maersk Oil gevst í Grønlandi
Dreymurin hjá Maersk um eitt oljuævintýr í Grønlandi er nú so fjarur, at fyritøkan gevst við at bora eftur olju í landinum
Maersk Oil gevst nú eisini at bora eftir í Grønlandi. Bara eitt oljufelag sigur seg framvegis vilja vera verandi í Grønlandi
 
27.05.2016 - 15:16

Maersk Oil gevst nú eisini í Grønlandi. Við at vísa til lága oljuprísin hevur Maersk Oil latið inn aftur loyvið at borta eftir olju við Vesturgrønland.

Trý onnur oljufeløg hava eisini latið grønlendska sjálvstýrinum loyvini aftur, tá tey fara úr gildi á nýggjárinum, í staðin fyri at biðja um at fáa tey endurnýggjað.

Serliga hevur eitt øki við Vesturgrønland verið áhugavert hjá oljufeløgunum. Feløg sum Shell, Conoco-Phillips, Maersk Oil, Dong Energy, Statoil og Hysky Oil hava ligið framvið.

Eitt felag heldur fram

Einasta undantak er felagið Cairn Energy, sum framvegis sigur seg vilja vera verandi í Grønlandi. Oljuleitingin í Grønlandi er komin í somu støðu sum oljuleitingin í størsta partinum av Arktis.

Í Alaska eru 80 prosent av øllum leitiloyvum latin innaftur, síðani kreppan rakti oljuvinnuna. Í Grønlandi seta tey nú sínar vónir til eitt øki í landnyrðingspartinum av landinum, har vónirnar um at finna olju eru góðar.

Oljufeløgini, sum hava leitiloyvi í hesum øki, vísa framvegis áhuga. Tíðindini um, at oljufeløg gevast í Grønlandi, fáa fólkini í umhvørvisfelagsskapinum Greenpeace. Tey eru í móti oljuvinnu í Arktis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891