Dómurin skotin inn fyri Landsrættin

Dómurin skotin inn fyri Landsrættin
Henrik Weihe Joensen, sum í august í fjør stevndi Fiskimálaráðnum, hevur skotið dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin
 
30.05.2016 - 14:56

Eystari landsrættur er biðin um at døma nýggju grindalógina at vera ógilduga. Henrik Weihe Joensen, sum í august í fjør stevndi Fiskimálaráðnum, hevur skotið dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin.

Føroya rættur vísti málinum frá sær. Føroya rættur sigur, at rætturin skal ikki avgera, um Løgtingið kann gera lógir um arbeiðið hjá politinum. Ein serlig nevnd við føroyingum og dønum viðger sambært heimastýrislógini slík ivamál.

Málið er prinsipielt

Føroya rættur gevur Fiskimálaráðnum rætt í, at dómsvaldið kann ikki avgera, um lógir skulu gerast í Føroyum ella í Danmark.

Føroya rættur sigur eisini, at Henrik Weihe Joensen hevur ikki rættarligan áhuga í grindalógini. Hann kann tí ikki royna uppáhald sítt um lógina í rættinum.

Henrik Weihe Joensen sigur, at hetta er eitt prinsipielt mál um grundleggjandi viðurskifti, sum hava við fólkaræði og rættartrygdina hjá fólki í Føroyum at gera.

SÍ EISINI Grindalógin kann verða ógildug

Tað er, at landsstýrið og danska stjórnin í hesum førinum saman avtala, at politiið, sum er danskt málsøki, fær víðar heimildir í føroysku grindalógini, uttan at fólkið hevur nakra ávirkan á tað.

Henrik Weihe Joensen vildi hava Fiskimálaráðið dømt at viðganga, at grindalógin er ógildug og hevur ongan rættarvirknað.

Henrik Weihe Joensen søkti um og fekk frían rættargang í Føroya rætti, men skal tó rinda Fiskimálaráðnum 15.000 kr. í sakarkostnaði. Hann sigur, at hann veit ikki enn, um hann fær frían rættargang í Landsrættinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974