Royna seming í næstu viku

Royna seming í næstu viku
Semingsstovnurin fer í næstu viku undir semingsroyndina í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
 
10.06.2016 - 09:06

Mikudagin ella hósdagin í næstu viku fer Semingsstovnurin undir semingsroyndina í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Felagið sendi í gjár boð eftir Semingsstovninum.

Klokkan eitt korter til seks í gjár boðaði Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar so frá, at Semingssstovnurin fer at royna seming og kallar til nýggjan fund mikudagin ella hósdagin í næstu viku.

SÍ EISINI Semingsmaðurin boðsendur at loysa knút

Felagið hevur latið Semingsstovninum alt tilfar um samráðingarnar. Partarnir, Lønardeildin og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, vóru annars til reiðar at undirskriva nýggjan sáttmála fyrrapartin í gjár, men ein óloystur spurningur var kortini eftir.

Hann gjørdi, at felagið ikki kundi undirskriva sáttmálan. Óloysti spurningurin er um lønina hjá einum serligum bólki av sjúkrarøktarfrøðingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959