Drap minst 50 fólk: Gerningsmaðurin eyðmerktur

Drap minst 50 fólk: Gerningsmaðurin eyðmerktur
Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, veit nú, hvør maðurin, sum drap í minsta lagi 50 fólk í einum náttklubba fyri samkynd í Florida, er
Løgreglubilar við náttklubban Pulse í Orlando, har ein maður um vikuskiftið drap í minsta lagi 50 fólk. Løgreglan hevur nú eyðmerkt gerningsmannin
 
13.06.2016 - 10:19

Tað var 29 ára gamli Omar Mateen, sum skeyt frá hond og drap í minsta lagi 50 fólk í einum náttklubba fyri samkynd í Orlando í amerikanska statinum Florida í gjár.

Tað váttaði samveldisløgreglan, FBI, á tíðindafundi í gjárkvøldið. FBI váttaði eisini, at Omar Mateen, áðrenn hann trokaði seg inn í náttklubban, ringdi til løgregluna og segði, at hann svór yvirgangsfelagsskapinum Islamskum Stati trúskap.

Seinni frættist, at Islamskur Statur hevði átikið sær skyldina fyri yvirgangsatsóknina. Men sambært dagblaðnum New York Times bendir í løtuni einki á, at Mateen hevði fingið hernaðarliga venjing í IS.

Ikki tilknýti til Islamskan Stat

Heldur einki bendir á, at nakað beinleiðis samband var millum Mateen og Islamskan Stat. Ongantíð hava so nógv fólk latið lív í einum skottilburði í USA.

Umframt tey deyðu, vórðu í minsta lagi 53 fólk særd. Reuters skrivar, at FBI hevur havt eyguni eftir Omar Mateen, og løgreglan hevur avhoyrt tvær ferðir.

Men málið varð slept, tí hildið var ikki, at hann var vandamikil. Sambært amerikanska løgmálaráðnum keypti Omar Mateen lógliga vápn.

Men tað er ikki greitt, um hann nýtti hesi vápnini í atsóknini í gjár. Mateen var amerikanskur ríkisborgari, men bæði foreldrini eru afganar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558