Havstovan: Fiskidagatalið skal skerjast

Havstovan: Fiskidagatalið skal skerjast
Havstovan mælir aftur í ár til munandi skerjingar í fiskidagatalinum. Bæði toska- og hýsustovnurin eru sera illa fyri
 
16.06.2016 - 15:08

Toska- og hýsustovnurin eru sera illa fyri, og mugu verjast fyri at koma fyri seg aftur, meðan upsastovnurin tolir sama fiskiskap sum higartil.

Sambært Havstovuni mugu allir, óbrúktir fiskidagar fyrst út úr skipanini. Havstovan vísir á, at síðstu trý árini eru bara okkurt um 60 prosent av samlaðu fiskidøgunum brúktir.

Serliga eru tað í bólki -3, bólki -4 og bólki -5, tað eru línuskip, smáir trolarar og útróðrarbátar, at nógvir fiskidagar leypa av. Hesir skipabólkar royna serliga eftir toski og hýsu.

Stendur betur til við upsastovninum

Síðani, tað vil siga eftir at óbrúktu dagarnir eru tiknir úr skipanini, skulu fiskidagarnir skerjast munandi. Havstovan mælir til, at fiskidagarnir í bólki -3, bólki -4 og bólki -5 næsta fiskiár vera 50 prosent av teimum fiskidøgunum, sum vórðu brúktir í fiskiárinum 2014/2015.

Hetta er neyðugt, tí toska- og hýsustovnarnir eru sera illa fyri, sigur Havstovan, sum harumframt mælir fleiri átøk fyri at verja komandi árgangir av toski og hýsu.

Tað skal gerast við friðað øki, har nógv er til av ungfiski. Meðan toska- og hýsustovnarnir sum nevnt eru illa fyri, so stendur betur til við upsastovninum.

Mæla til at brúka rist

Tað eru serliga stóru trolararnir í bólki -2, sum fiska upsa. Havstovan mælir til sama dagatal í bólki -2 næsta fiskiár. Veiðitrýstið er í lagi í mun til langtíðarmálið, sigur Havstovan

Havstovan mælir til at rist verður brúkt í upsatrolum undir Føroyum. Ristin skilir smáa upsan frá, áðrenn hann kemur í trolið.

Eisini mælir Havstovan til, at eingin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur á Føroyabanka. Havstovan vísir til kanningar, sum eru gjørdar á bankanum í vár, og sum vísa, at toskastovnurin á Føroyabanka enn er sera lítil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974