Lúsin plágar Marine Harvest

Lúsin plágar Marine Harvest
Stóra norska alifelagið, Marine Harvest, hevur afturgongd í ár, men felagið ætlar at eiga sín lut í alingini í framtíðini
 
16.06.2016 - 11:54

Størsta orsøkin til afturgongdina stavar frá ógvusligu lúsapláguni, sum kostaði norsku alivinnuni 5 milliardir kr. í fjør. Í fleiri førum hevur verið neyðugt at taka laksin fyri ásettu tíðina.

Tað eru stórar avbjóðingar í alivinnuni, sigur stjórin í felagnum, Alf Helge Aarskog. Tað fer neyvan at bera til at ala á sama hátt sum nú, og tí mugu onnur stig takast, sigur hann.

Millum annað hevur Marine Harvest biðið um loyvi at ala umborð á skipum, so sleppast kann undan nógvu lúsini. Mett verður, at eini 5.000 tons kunnu alast umborð á eitt nú einum farmaskipi, so har eru møguleikar, sigur hann.

Ein onnur avbjóðing er fóðrið

80 prosent av allari fiskaolju verður nýtt til alifóður, og skal alivinnan vaksa við tí ferð, sum ætlanin er, so letur tað seg ikki gera, sigur stjórin í Marine Harvest, og tí er neyðugt við øðrum átøkum.

Hann vísir á, at teirra felag hevur ikki nýtt antibiotika í alingini seinastu 10 árini, so í so máta er í lagi, men stórar nøgdir av antibiotika verða nýttar, og tað er eisini ein avbjóðing.

Uttan mun til, hvat marine Harvest fer at gera, so má tað gerast so bíliga sum gjørligt, tí prísurin fyri at ala laks má niður í framtíðini, sigur Alf helge aarskog við iLaks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386