SavnsGull

SavnsGull
Verkætlanin at bjarga savninum í Kringvarpinum
 
15.07.2016 - 09:14

Hvat er SavnsGull?

SavnsgGull er verkætlanin, sum skal bjarga tilfarinum í savninum hjá Kringvarpi Føroya. Í savninum er tilfar, sum lýsir modernaðu søgu føroyinga - frá 1957 til í dag. Endamálið er at talgilda savnið, og síðani at geva almenninginum atgongd til tilfarið.

Hví skal savnið talgildast?

Svarið er, at tað er alneyðugt av tí orsøk, at savnið er helst størsta heimildin vit eiga um nýggja føroyska søgu. Tað hevur somuleiðis stóran týdning, at savnið verður talgildað nú, tí útgerðin sum skal til, tá bondini skulu spælast, gerst eldri og verri at fáa fatur á, og serfrøðingar vænta, at um ikki alt ov langa tíð, kann tað verða ógjørligt at fáa talgilt tilfarið í savninum. Vit kunnu tí siga, at tað er í seinastu løtu, at verkætlanin varð raðfest og fekk fígging frá okkara almenna verki. Ein stórur partur av sjónvarpssavninum eru bond, sum ikki kunnu talgildast í Føroyum, tí útgerðin ikki er at fáa hendur á. Í 2016 vóru 5 milliónir krónur latnar Savnsgulli í stuðli frá A. P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal. Gongd varð sett á talgildingararbeiðið í 2014 og væntast at verða liðugt (2020-23). Arbeiðið er skipað í tríggjar eindir - pappír, útvarpsbond og sjónvarpsbond - har tað í høvuðsheitum verður arbeitt við at talgilda og skráseta tilfarið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011