Noreg ávarar um dating-appir

Noreg ávarar um dating-appir
Trygdartænastan hjá norsku løgregluni, PST, leggur seg nú út í datinglívið hjá norskum politikarum
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
07.11.2026 - 11:14

PST kemur við tilmæli ... ella heldur frámæli um dating-lív á appum. Trygdartænastan mælir politikarum frá at brúka Tinder, Hinge og Grindr, siga keldur við Dagens Næringsliv.

Halvard Ingebrigtsen, stápsleiðari á norsku forsætisráðharraskrivstovuni, hevur borið boðini, har heitt verður á ráðharrar, aðalstjórar og politiskar ráðgevar um ikki at brúka dating-appir.

- Vit fyglja trygdarráðgevingini, sum vit fáa frá trygdarløgregluni. Tað er ikki natúrligt at fara í smálutir um innihaldið í hesum, sigur aðalstjórin í forsætismálráðnum, Bhanuja Rasiah, í skrivligum boðum til Dagens nyheter.

Sambært tí, sum miðilin hevur fingið at vita, hava fleiri aðalstjórar havt vangamynd á Tinder, Hinge ella Grindr.

- PST gevur yvirskipað ráð um, hvat fólk við myndugleika skulu vera tilvitað um, tá tey eru á netinum. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum eru virkin á dating-appum, skrivar seniorráðgevin hjá PST, Martin Bernsen, í viðmerking til Dagens nyheter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793