Eyka fiskidagar lunkaða móttøku í Fiskivinnuráðnum

Eyka fiskidagar lunkaða móttøku í Fiskivinnuráðnum
Vinnan heldur, at hon hevur ikki havt møguleika at leggja fiskiskapin so til rættis, at mest fæst burtur úr ætlaðu broytingunum
 
01.08.2016 - 08:46

Móttøkan í Fiskivinnuráðnum var ikki meira enn lunkað, tá tað hálvan juli viðgjørdi uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um eyka fiskidagar til teirra, sum hava brúkt sínar egnu dagar.

Frystilínuskipini fáa ikki gagn av uppskotinum, tí tey leggja árið soleiðis til rættis, at tey goyma sær fiskidagarnar og royna á fjarleiðum fyrst. 

Reiðarafelagið helt, at uppskotið var so torgreitt, at Fiskimálaráðið átti at víst tí frá sær.

Meginfelag útróðrarmanna mælti frá at samtykkja uppskotið, og Ráfiskaseljarafelagið mælti til, at Fiskivinnuráðið fær uppskotið aftur, tá fiskidagarnir fyri næsta fiskiár eru ásettir.

Skilagott uppskot

Skipara- og navigatørfelagið heldur uppskotið vera skilagott, og Fiskimannafelagið gjørdi vart við, at fiskidagar eru ætlaðir teimum, sum reka vinnuligan fiskiskap. Í framtíðini eiga aðrir bólkar ikki at fáa fiskidagar.

Sambært gerðarbókini tekur Fiskivinnuráðið tó samanumtikið undir við, at tey, sum hava brúkt allar sínari fiskidagar, fáa fleiri dagar.

Vørn ger eins og feløg í fiskivinnuni vart við, at skotbráið at viðgera uppskotið er ov stutt.

Uppskotið um eykadagarnar fer at hava við sær meirkostnað fyri Vørn, tí KT-skipanin hjá stovninum skal broytast, so hon eisini kann umsita eyka fiskidagar.

Ikki møguleika at leggja til rættis

Høgni Hoydal ætlar, at í hvørjum bólki uttan tí hjá trolarum, skulu vera eyka fiskidagar, so skip og bátar, sum hava brúkt sínar dagar í verandi fiskiári, kunnu fáa fleiri dagar úr felagspuljuni næsta ár.

Grundarlagið fyri at fáa eykadagar í næsta fiskiári er tí verandi fiskiár, sum ikki endar fyrr enn 31. august. 

Vinnan fýlist á, at skip og bátar tí ikki hava havt møguleika at leggja fiskiskapin soleiðis til rættis í verandi fiskiári, at mest fæst burtur úr ætlaðu broytingunum.  
    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493