Mayowa Alli slapp undan leikbanni

Mayowa Alli slapp undan leikbanni
FSF hevur tikið avgerð í málinum um KÍ-spælaran, Mayowa Alli. Hann sleppur undan leikbanni
 
19.08.2016 - 11:47

FSF hevur hugt at sjónbandabrotinum frá dystinum millum HB og KÍ sunnudagin, har tað tykist, at KÍ-spælarin, Mayowa Alli, slær HB-spælaran, Ara Mohr Olsen. Tað fær tó ongar avleiðingar. sjónbandabrotið sæst her

Formaðurin í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, Róin Schrøter hevur lagt tíðindaskriv út á heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Treytin fyri at taka mál upp fyri hendingar sum hesari er, at dómararnir ikki hava sæð hendingina, og at talan møguliga er um serliga grov brot. Kappingarnevndin hevur heimild at biðja Aganevndina taka mál upp, sum koma Kappingarnevndini til kunningar. 

Kappingarnevndin kann nýta videomyndir til slík mál, og tað hevur Kappingarnevndin eisini kunna feløgini um, áðrenn kappingarbyrjan í 2016.

Eftir telefonsamrøður, videobrot og kjak í fjølmiðlunum, hevur Kappingarnevndin hugt nærri at málinum, og er samd um, ikki at gera meira við málið.

Orsøkin til avgerðina er tann, at á videomyndunum eru ov nógv ivamál, og at myndirnar ikki týðiliga vísa, at talan er um serliga grovt brot.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424