Óvanliga nógv lús í fiskinum

Óvanliga nógv lús í fiskinum
Nógv lús var at finna í hýsumagum, tá Magnus Heinason herfyri gjørdi yvirlitstrolingar eystanfyri. Orsøkin kann vera lítli hýsustovnurin
 
23.08.2016 - 16:22

Hýsukanningar eru gjørdar síðani í 1997. Mest áhugaverda fyribrigdi hesuferð, var nógva lúsin sum var í hýsumagunum, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Hýsa plagar at eta smáar nøgdir av lús, men í ár kom fyri, at lús var høvuðsføðin hjá hýsu á ávísum plássum eystanfyri, sæst í frágreiðing frá túrinum hjá Magnus Heinasyni.

Eitt øvugt samband plagar at vera millum nøgd av hýsu og nøgd av lús í maganum. Orsøkin til stóru nøgdina av lús kann vera, at hýsustovnurin hevur verið sera lítil í mong ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439