Tóku óvanliga nógva súlu

Tóku óvanliga nógva súlu
Mykinesmenn tóku um vikuskiftið meira enn 600 súlur. Tað eru útivið 20 ár síðani, at so nógv súla varð tikin
623 súlur vórðu tiknar, tá mykinesmenn vóru eftir súlu leygarnáttina. Talið er tað størsta í nógv ár
Mynd: Savnsmynd/Bjarni Mohr  
 
28.08.2016 - 11:12

Leygarnáttina tóku tey súlu í Mykinesi. Nógvar súlur vórðu tiknar, til samans 623 súlur. Tað skrivar heimasíðan jn.fo

Tá tey tóku súlu í Mykinesi í fjør, tóku tey 550 súlur. Árið fyri fyri, altso í 2014, tóku tey 485 og í 2013 tóku tey 405 súlur.

Í 2012 tóku tey ikki súlu, tí veðrið var ongantíð til vildar at fara eftir súlu í oynni. Tað eru 15-20 ár síðani, at tey hava tikið so nógva súlu í Mykinesi, skrivar jn.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173