Avgerðin longu tikin í mai

Avgerðin longu tikin í mai
17. mai fekk Sirið Stenberg at vita frá deildarstjóranum, at málið um at geva Tórshavnar kommunu loyvi at byggja havnarlagið út, var liðugt viðgjørt
 
01.09.2016 - 09:55

Endaliga versjónin verður send úr aðalráðnum 30. juni. Longu 17. mai fekk Sirið Stenberg at vita frá sínum deildarstjóra, at málið um at geva Tórshavnar Kommunu loyvi at byggja havnarlagið út, var liðugt viðgjørt.

Frá hesum degi vóru bara einstakar orðingar broyttar í svarskrivinum til Tórshavnar kommunu. Einki skjal í málinum gevur nakra ábending um, at málið ikki var liðugt viðgjørt, hóast deildarstjóri fekk ætlanarskriv um uppsøgn fyri at kunna kommununa um avgerðina.

- Málið snýr seg um eitt álitisbrot, sum má fáa avleiðingar, sigur Sirið Stenberg.

SÍ EISINI Sirið-málið fær avleiðingar fyri starvsfólk

"Góða Sirið. Áminning um, at málið varð liðugt frá fyrisitingini á norska tjóðardegnum, og tað hevði verið gott at fingið hetta avgreitt eisini."

Millum annað soleiðis skrivar Anni á Hædd, deildarstjóri á deildini fyri Náttúru- og orkumál, í teldubrævi til Sirið Stenberg 10. juni. Hetta er hálva fjórðu viku eftir at svarskrivið til Tórshavnar kommunu er liðugt orðað, og deildarstjórin fer at ótolnast.

SÍ EISINI Havnarútbygging fer í gongd

Við svarskrivinum frá 17. mai er eitt 19 síður drúgt, innanhýsis fylgiskjal, sum út í æsir lýsir viðgerðina í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Punkt fyri punkt verður grundgivið fyri, hví aðalráðið tekur eina avgerð, sum gongur ímóti niðurstøðuni hjá ráðgevandi fakkunnleikanum á økinum, sum er Býarskipanarnevnd Landsins.

Greið niðurstøða

Niðurstøðan er púra greið: Fyrisitingin í Heilsu- og Innlendismálaráðnum metir ítøkiliga, at Tórshavnar kommuna hevur grundgivið fyri, at ein útbygging av Tórshavnar Havn virkar fyri einari hóskandi og haldgóðari skipan av havnarøki í kommununi nú og í framtíðini.

Niðurstøðan er skrivað, eftir at aðalráðið hevur fingið hoyringssvar og viðmerkingar, bæði frá Býarskipanarnevndini og Tórshavnar kommunu, umframt at ráðið hevur havt fund við Tórshavnar kommunu.

Átta dagar seinni, 25. mai, er innanhýsis fundur í Heilsu- og Innlendismálaráðnum um avgerðina. Við á fundinum eru Sirið Stenberg, aðalstjórin, Turid Arge, deildarstjórin, Anni á Hædd, umframt tvey embætisfólk.

Løgdu fjølmiðlastrategi

Her verður avgerðin umrødd, argumentini verða gingin ígjøgnum, og ein fjølmiðlastrategi løgd. Landsstýriskvinnan skal vera væl ílatin at svara fjølmiðlum og øðrum, um spurt verður, hví hon gongur ímóti Býarskipanarnevndini.

Ein niðurstøða á fundinum er, at helst er skilagott at halda aftur við at "forsvara" góðkenningina í fjølmiðlunum. Landsstýriskvinnan skal hava í huga, at talan er um eina ætlan hjá kommununi - ikki hjá landinum - sum kommunan kann fremja í verki við hesi góðkenning.

Er fólksliga mótstøðan ov stór ella umfatandi, so er tað eitt mál, sum Tórshavnar kommuna má fyrihalda seg til.

Fleiri versjónir av skrivi

Kringvarpið hevur fingið innlit í alla viðgerðina av málinum. Fleiri versjónir eru av skrivinum, ið skal sendast Tórshavnar kommunu. Fyrsta uppskotið um svarskriv er dagfest 17. mai.

Í tilgongdini verður umrøtt, um Sirið Stenberg skal skriva undir, ella eitt embætisfólk skal skriva undir. Niðurstøðan er, at embætisfólk skal skriva undir. Eisini verða orðingar og einstøk orð broytt.

Men ein gjøgnumgongd av øllum uppskotunum vísir somu greiðu niðurstøðu: Heilsu- og Innlendismálaráðið góðkennir broyttu byggisamtyktina fyri havnarøkið, sum er ein fortreyt fyri at byggja havnarlagið í Havn út. Tað er ongantíð upp á tal at broyta avgerðina um at geva Tórshavnar kommunu loyvi.

Lítil munur á skjølum

Ein versjón er dagfest 28. juni, og endaliga versjónin verður send úr aðalráðnum 30. juni. Her er eingin munur á skjølunum, ikki annað enn at embætisfólki í fyrru versjónini undirskrivar seg "løgfrøðingur" og í seinnu versjónini "fulltrúi".

Ímillum hesar báðar versjónir er ein fundur millum Turid Arge, aðalstjóra, og Anni á Hædd, deildarstjóra.

Á fundi klokkan fýra seinnapartin, mikudagin 29. juni, ganga deildarstjórin og aðalstjórin ígjøgnum tær seinastu broytingarnar í svarskrivinum, sum skal sendast Tórshavnar kommunu. Talan er bara um "kosmetiskar broytingar" - at seta eitt punktum afturat og broyta eitt starvsheiti á einum embætisfólki.

Sigur skrivið varð góðkent

Anni á Hædd hevur seinni greitt frá, at hon á hesum fundinum tvær ferðir spurdi Turid Arge, um skrivið við hesum viðmerkingum nú bæði var endaliga góðkent av henni og av landsstýriskvinnuni. Sambært nú fyrrverandi deildarstjóranum svaraði aðalstjórin báðu ferðirnar "ja".

Uppáhaldið stendur framvegis ósvarað. Trætan helt uppat, tá partarnir gjørdu semju, ið flutti Anni á Hædd í annað starv á Umhvørvisstovuni.

Klokkan 11:09 fyrrapartin dagin eftir, tað vil siga hósdagin 30. juni, verður skrivið við avgerðini um havnarútbyggingina sent úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum til Tórshavnar kommunu. Anni á Hædd avgreiðir málið til skrivaran, sum sendir brævið avstað.

SÍ EISINI Havnarútbyggingin: Ein fulltrúi avgreiddi málið

Tann avgerðin fekk sum kunnugt álvarsamar avleiðingar fyri deildarstjóran. Anni á Hædd fekk ætlanarskriv um uppsøgn við hóttan um burturvísing fyri at hava sent skrivið út, áðrenn Sirið Stenberg fór á landsstýrisfund at kunna hini í landsstýrinum um skrivið.

Landsstýrisfundurin byrjaði klokkan eitt, ein tíma og 51 minuttir eftir at avgerðin varð send Tórshavnar kommunu. Málið um loyvið til Tórshavnar Havn var ikki á skrá fyri landsstýrisfundin.

Talan var bara um eina kunning, sum landsstýriskvinnan hevði lovað hinum landsstýrisfólkunum, tá málið varð búgvið til tað. Tað var tað ikki fyrr enn 30. juni, sambært landsstýriskvinnuni.

Vil ikki gera samrøðu

Skjølini í málinum vísa sum nevnt, at ætlanin alla tíðina var at geva Tórshavnar kommunu loyvið. Kortini fekk tað álvarsamar avleiðingar fyri deildarstjóran, tá hon sendi avgerðina út ov tíðliga.

- Uppsagnarmálið snýr seg um, at deildarstjórin hevur gjørt ímóti boðum. Eg havi ongantíð góðkent, at skrivið varð sent út úr aðalráðnum. Eitt tílíkt álitisbrot má fáa avleiðingar, sigur Sirið Stenberg.

Landsstýriskvinnan vil ikki gera samrøðu um málið. Hon hevur ikki fleiri viðmerkingar til tað, sum hon skírir at vera eitt starvsfólkamál.

SÍ EISINI Aðalstjórin vil einki siga

Sirið Stenberg váttar tó tað, sum stendur í ætlanarskrivinum um uppsøgn. At landsstýriskvinnan henda dagin, hin 30. juni, misti alt álit á sín deildarstjóra.

Tí er líkamikið, um møguliga ikki so mikið sum eitt komma hevði verið broytt í svarskrivinum, um tað var sent úr aðalráðnum seinni enn klokkan 11:08, hósdagin 30. juni.

Enn er ikki vist, um nakar deildarstjóri verður settur aftur á deildina fyri Náttúru- og Orkumál í Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Anni á Hædd hevur sín fyrsta arbeiðsdag sum serligur ráðgevi á Umhvørvisstovuni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982