Risastórur spenningur í oddanum

Risastórur spenningur í oddanum
Oddassesurin hjá KÍ er tódnaði niður í eitt stig í dag, eftir at teir taptu fyri NSÍ og Víkingur vann á HB.
Savnsmynd
 
11.09.2016 - 17:40

Úrslitini í dagsins umfari hava gjørt oddastríðið í EFFO-deildini sera spennandi, tí nú eru bert fýra stig ímillum nummar eitt og nummar trý.

NSÍ meldaði seg innaftur í FM-stríðið, tá ið teir koppaðu oddaliðnum KÍ við 2-0 sigri, har Per Langgaard og Árni Frederiksberg skutu málini.

Samstundis vann Víkingur 1-0 á HB við máli frá Philip Djordjevic, og sostatt er bert eitt stig ímillum tey bæði fremstu liðini.

 

Úrslitini í dagsins umfari gjørdist hesi:

HB - Víkingur 0-1
0-1    Philip Djordjevic 60"


NSÍ - KÍ 2-0
1-0    Per Langgaard 48"
2-0    Árni Frederiksberg 64"

 

ÍF - AB 2-0
1-0    Adeshina Lawal 66"
2-0    Karl Løkin 90"        


Skála - B36 0-2
0-1    Róaldur Jakobsen 4"
0-2    Róaldur Jakobsen 64"
        

TB - B68 4-1
0-1    Evrard Blé 12"
1-1    Albert Adu 48"
2-1    Teitur Justinussen 49"
3-1    Albert Adu 62"
4-1    Kofi Appiah 65"

Støðan í EFFO-deildini sær nú soleiðis út:

1 50
2 Víkingur 49
3 NSÍ 46
4 B36 41
5 HB 35
6 ÍF 28
7 TB 23
8 Skála 17
9 AB 12
10 B68 7

Komandi umfar er á skránni sunnudagin, og tá er stóra oddabrakið í Sarpugerði, har Víkingur tekur ímóti KÍ. Dystirnir í 23.umfari eru hesir:

Víkingur - KÍ

B36 - HB

NSÍ - TB

AB - Skála

B68 - ÍF

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Mánadag 15. desember
RagnarRokk: Junior Bourcier um Atomik Train
201536
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454