Aldi fiskurin yvirhálar tann villa

Aldi fiskurin yvirhálar tann villa
Um fimm ár verður størri partur av fiskinum, ið kann keypast, aldur fiskur ístaðin fyri villur fiskur sambært nýggjari greining
Meira aldur fiskur enn villur fiskur kann um fá ár keypast, vísir nýggj matvørugreining
 
27.09.2016 - 09:30

Orsøkin er, at alsamt fleiri fólk velja at eta fisk. Ein uppgerð hjá danska stovninum, Landbrug & Fødevarer, vísir, at um 10 ár verður tørvur á 30 milliónum fleiri tonsum av fiski, skrivar Fødevarewatch.

Tá tað ikki verður møguligt at fáa fiskin til vega við vanligum fiskiskapi, so verður fiskurin aldur ístaðin.

Mett verður, at vanligi fiskiskapurin bert fer at vaksa við einum prosentstigi næstu 10 ár, meðan vøksturin av aldum fiski verður minst 38 prosentstig.

Náttúrustovnur talar at

Gongdin hevur fingið heimsnáttúrustovnin, WWF, at tala at, og stovnurin vísir á, at alt ov lítið eftirlit er við alingini kring heimin, serliga í londum uttanfyri ES.

- Talan er longu um ógvusliga dálking frá alingini, og tað hevur við sær at stór øki verða oyðiløgd og sjúkur av ymsum slag breiða seg, sigur Christoph Mathiesen, ráðgevi hjá WWF.

-  Samstundis, sum fiskur ið sleppur úr alibrúkum, kappast vit villa fiskin, sigur ráðgevin í heimsnáttúrustovninum, WWF, sambært Fødevarewatch.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132