- Tíðindi, mentan og ítróttur
Portugal smurdi Føroyar av

Portugal kom á Tórsvøll í kvøld og vísti, hví teir eru evropameistarar.
Føroyar hava fingið bestu byrjanina upp á nakra undankapping við einum javnleiki og einum sigri, men í kvøld var eingin møguleiki.
Portugisiska liðið var yvirlegið frá byrjan. Andre Silva skoraði tríggjar ferðir í fyrra hálvleiki, og so var dysturin longu avgjørdur.
Cristiano Ronaldo kom á máltalvuna, tá góður tími var spældur, og síðani skoraðu Joao Moutinho og Joao Cancelo í yvirtíðini.
Føroyar-Portugal 0-6 (0-3)
| 12 min | 0-1 | Andre Silva |
| 22 min | 0-2 | Andre Silva |
| 38 min | 0-3 | Andre Silva |
| 64 min | 0-4 | Cristiano Ronaldo |
| 90 min | 0-5 | Joao Moutinho |
| 92 min | 0-6 | Joao Cancelo |
Sveis og Ungarn vunnu
Tveir aðrir dystir vóru í okkara bólki í kvøld. Sveis vann á útivølli 2-1 á Andorra, og Ungarn vann á útivølli 2-0 á Lettlandi.
Støðan í bólki B:
| 1.Sveis | 9 stig | |
| 2. Portugal | 6 stig | |
| 3. Ungarn | 4 stig | |
| 4. Føroyar | 4 stig | |
| 5. Lettland | 3 stig | |
| 6. Andorra | 0 stig |
Komandi dystir:
| 13. november | Sveis-Føroyar |
| 13. november | Ungarn-Andorra |
| 13. november | Portugal-Lettland |


























