Viðgera eykajáttan til SALT

Viðgera eykajáttan til SALT
Løgtingið fer í dag at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá fýra andstøðutingmonnum um at lata eykajáttan til SALT á Drelnesi
Málið um at stuðla SALT á Drelnesi fer í dag til fyrstu viðgerð í Løgtinginum
 
28.10.2016 - 07:56

7,6 milliónir krónur manglaðu í at fáa bygningin lidnan. A.P. Møller Fonden og Tvøroyrar býráð hava játtað tríggjar milliónir krónur hvør.

Nú vil andstøðan í Løgtinginum hava tingið at játtað rest, hóast Ólavur Rasmussen, formaður í Saltgrunninum, hevur sagt, at grunnurin tekur lán, fyri at fíggja tað, ið manglar í.

Bæði borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, og varaborgarstjórin, Bjarni Hammer, eru tinglimir og partur av samgonguni. 

SÍ EISINI Løgmaður kann koma í trupla støðu

Bjarni Hammer hevur fyri stuttum sjálvur roynt at fáa undirtøku í tinginum, fyri uppskoti, um at veita eykajáttan til SALT, men slepti ætlanini, tá undirtøka ikki fekst fyri hesum.

Aksel V. Johannesen hevur gjørt púra greitt, at samgongan skal atkvøða saman í málinum, men løgmaður vildi ikki siga í seinastu viku, um samgongan fer at taka undir við málinum.

Eftir viðgerðina í Løgtingum í dag fer málið í Fíggjarnevndina, har Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, hevur sæti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158