Samband ikki millum fólkaminking og ferðaætlan

Samband ikki millum fólkaminking og ferðaætlan
Tað er ikki rætt, at fólkatalið í Hesti minkar tí broytingar eru gjørdar í ferðaætlanini, sigur Strandferðslan
 
01.11.2016 - 15:47

Samband er ikki millum minkandi fólkatalið í Hesti og tær broytingar, Strandfaraskip landsins hava gjørt í ferðaætlanini gjøgnum árini.

Tað sigur Strandferðslan í kjalarvørrinum á fráboðanini, Útoyggjafelagið sendi út, har felagið sigur ferðasambandið vera orsøk til minkingina.

- Tað er ikki vantandi sigling, sum er orsøk til fólkaminkingina, eitt nú í Hesti, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sambært ssl.fo

Orsøkin ikki so einføld

Í 2001, tá 51 fólk búðu í Hesti, vórðu sigldir 19 túrar um vikuna. Hóast Strandferðslan sigldi 22 túrar um vikuna til 2011 minkaði fólkatalið, sigur Strandferðslan.

Tískil ber ikki til at siga, at tað eru broyrtingar í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni, sum eru grundin til minkandi fólkatalið í oynni, sambært stovninum.

- Fólkaminkingin má síggjast í einum breiðari høpi enn bara hyggja at farleiðunum, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672