Góðar royndir við skiljirist

Góðar royndir við skiljirist
Havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, hevur gjørt royndartúr við skiljirist, fyri at kanna, hvussu væl ristin skilir tosk, hýsu og upsa
Fyribils royndir við eini skiljirist hjá Havstovuni eru góðar. Endalig frágreiðing um royndirnar við ristini verður gjørd miðskeiðis í desember
Mynd: Havstovan  
 
03.11.2016 - 09:01

Vinkulmátari varð settur á ristina, sum lá um 30 stig. Til samans 49 tóv vórðu gjørd; 25 tóv norðanfyri - frá Viðoynni og eystur um Fugloynna, fyri at fáa blanding av toski, hýsu og upsa.

Seks hál vórðu tikin djúpari, norður úr Mýlingi. Síðani varð roynt suður úr Svínoynni, Nólsoyarbanka og Sandoyarbanka. Fyribils sær út til, at ristin skilir væl, skrivar Havstovan.

Tað var meira av smáari hýsu og smáum upsa í trolinum við ongari rist, enn í trolinum við rist. Øll fiskasløg vóru mátað og vigað, sigur Havstovan á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV