Borgarstjórin setti met

bannari
Borgarstjórin setti met
Býráðssamgongan í Klaksvík er í kvøld afturvald
Jógvan Skorheim fekk metnógvar atkvøður
 
08.11.2016 - 22:17

Fleiri met vóru sett í Klaksvíkar kommunu í kvøld. Borgarstjórin seinastu fýra árini, Jógvan Skorheim fekk ikki einans metnógvar persónligar atkvøður. Hann fekk flest atkvøður, sum eitt valevni nakrantíð hevur fingið í Klaksvíkar kommunu. 

Beinir Johannesen setti helst eisini met (vit hava ikki fingið tað vátta enn) við sínum einans 19 ungu árum er hann yngsti býráðslimir nakrantíð. 

Spenningur er hinvegin ikki nógvur í Klaksvík í kvøld. Samgongan hevur longu boðað frá, at hon ætlar at halda fram. Tað merkir, at Fólkaflokkurin við Gunvá í Keldu á odda, kann síggja fram til fýra ár aftrat í andstøðu. 

 

NÝVALT KOMMUNUSTÝRI:
Nr. Listi Navn Atkv.
1 A Gunvá við Keldu 221
2 A Atli S. Justinussen 182
3 A Beinir Johannesen 170
4 A Herfrí Sørensen 99
5 C Signhild V. Johannesen 166
6 C Tummas Lervig 78
7 D Jógvan Skorheim 728
8 D Kristian Eli Zachariasen 102
9 D Óli M. Lassen 80
10 D Beinta Klakstein 44
11 E Steinbjørn O. Jacobsen 135
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870