Landsstýriskvinnan luttekur á toppfundi

Landsstýriskvinnan luttekur á toppfundi
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, er á altjóða veðurlagsráðstevuni COP22, sum er í Marakesh í Marokko í hesum døgum
 
14.11.2016 - 17:19

Fyri einum ári síðani komu londini í heiminum ásamt um París-avtaluna, og á fundinum í Marakesh skulu lodnini seta hesa avtaluna í verk.

Føroyar boðaðu í september donskum myndugleikum frá, at vit taka undir við avtaluni, sum varð gjørd í París í fjør.

- Tað var eitt stórt og týðandi stig, tá skrivað varð undir París-avtaluna fyri einum ári síðani, men neyðugt verður við nógvum samráðingum aftrat, áðrenn málini í avtaluni verða veruleiki. Hesar avgerandi samráðingar eru í Marokko í hesum døgum, sigur Sirið Stenberg.

Føroyar eru partur av einum norðurlendskum samstarvi, sum undir norðurlendska ráðharrastovninum hevur ein felags skála á toppfundinum í Marakesh, føroyska framløgan var á skránni klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815