Klaga nú til umboðsmannin

Klaga nú til umboðsmannin
Lærarafelagið hevur sent Løgtingsins umboðsmanni eina klagu í málinum um skúlastjóran í Sankta Frans skúla, ið fekk munnkurv í summar
Føroya Lærarafelag vil ikki finna seg í, at Selmar Jacobsen (myndin), skúlastjóri í Sankta Frans skúla, ikki sleppur at úttala seg í málinum um møguliga framhaldsdeild í skúlanum
 
18.11.2016 - 14:02

- Okkara fatan er, at skúlastjórin hevur fullan rætt at umtala og kunna almenningin um almenn viðurskifti, sigur Føroya Lærarafelag millum annað í klaguni.

Føroya Lærarafelag klagar vegna Selmar Jacobsen, skúlastjóra í Sankta Frans skúla í Havn, at Mentamálaráðið hevur givið honum eina sonevnda “munnkurv.”

SÍ EISINI Skúlastjórin fingið munnkurv

Felagið sendi í gjár umboðsmanninum eina klagu. Felagið vil ikki finna seg í, at skúlastjórin ikki longur sleppur at úttala seg í málinum um framhaldsdeild í skúlanum.

- Á henda hátt setir Mentamálaráðið hansara grundlógartryggjaðu rættindi at úttala seg til viks, sigur Lærarafelagið í klaguni sambært Skúlablaðnum.

Viðgjørt á embætismannastigi

Tað var í juni mánað, at Mentamálaráðið hartaði Selmar Jacobsen, skúlastjóra í Sankta Frans skúla, tí hann úttalaði seg í málinum um framhaldsdeildina.

- Tað er ikki uppgávan hjá skúlastjóranum at leggja seg út í viðurskifti, sum hava við skúlabygnaðin at gera, segði Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.

Útsøgnin hjá aðalstjóranum í útvarpinum 9. juni førdi til, at málið eisini hevur verið viðgjørt á hægsta embætismannastigi í ráðnum, skrivar Skúlablaðið.

Málið byrjaði í januar

Í januar er eitt ár síðani málið um framhaldsdeild í Sankta Frans skúla í Havn byrjaði, tá skúlastýrið setti seg í samband við Tórshavnar býráð.

Skúlastýrið heitti á býráðið um at lata næmingarnar sleppa at halda fram í 8. og 9. flokki í skúlanum, men umbønin hjá skúlastýrinum varð ikki gingin á møti.

Ein foreldrabólkur hevur eisini - uttan eydnu - roynt at fáa framhaldsdeild í Sankta Frans skúla. Bólkurin hevur millum annað verið á fundi við borgarstjóran í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308