Fíggjarætlanin samtykt: Skatturin lækkar

Fíggjarætlanin samtykt: Skatturin lækkar
Tvøroyrar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2017. Fólk í kommununi kunnu gleða seg til lægri kommunuskatt næsta ár
Fíggjarlógin hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2017 er samtykt. Fólk í kommununi kunnu gleða seg til minni kommunuskatt
 
22.11.2016 - 16:49

Skattaprosentið á Tvøroyri lækkar næsta ár 0,55 prosentstig, úr 22,45 niður í 21,9 prosent. Barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarin ár, 5.000 krónur.

Inntøkur frá persónskatti verða í 2017 mettar til 55,1 millión krónur og inntøkur frá partafelagsskatti 1,5 milliónir krónur, til samans 56,6 milliónir krónur.

Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu eru í 2017 mettar til til samans 73,3 milliónir krónur, íroknað afturbering til eldraøkið. Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 64,4 milliónir krónur.

Avlopið í rakstrinum er sostatt 8,9 milliónir krónur. Íløgur skulu gerast fyri meira enn 16 milliónir krónur, og kommunan noyðist at læna 7,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891