- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forkanningar gerast fyrst

Landsstýrið fer at biðja Løgtingið um 350.000 krónur í fíggjarlógini fyri 2017 til forkanningina, sum skal gerast, áðrenn uppruddingin í Føroyingahavnini byrjar.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann. Kári P. Højgaard minti løgmann á, at hann á ríkisfundi fyrr í ár lovaði at rudda í Føroyingahavnini.
Aksel V. Johannesen svarar, at ein stýringarbólkur hevur fyrireikað forkanning. Í bólkinum eru fólk frá Søvnum landsins, Landsverkfrøðinginum og Løgmansskrivstovuni.
Hava roynt at fáa vinnulívið við
Forkanningin skal gerast saman við grønlendska landsstýrinum og tjóðarsavninum, og skjalasavninum í Grønlandi.
Roynt hevur verið at fingið vinnufeløg í Føroyum at vera við til at fíggja forkanningina, men hetta hevur gingið heldur striltið, sigur løgmaður.
Nú hevur so landsstýrið í broytingaruppskoti til fíggjarlógina fyri næsta ár mælt til, at settar verða av 350.000 krónur til forkanningina.
Forkanningar kunnu byrja í 2017
Tá forkanningin er liðug, verður avgjørt, hvat skal burturbeinast, og hvør skal gera tað. Eigaraviðurskiftini eru ikki greið. Játtar Løgtingið pengarnar, er ætlanin at fara undir forkanningina í 2017.
Men løgmaður hevur heitt á landsstýriskvinnuna í sjálvstýris-, náttúru-, umhvørvis- og landbúnaðarmálum, sum júst hevur verið her, um at fáa eigarviðurskiftini staðfest, ikki bara í Føroyingahavnini, men alla staðni í Grønlandi, har sum føroyingar vóru.
Privat vinnufeløg og privatfólk bygdu hesi støð. Tey eru við nøkrum undantøkum ikki til longur. Men landsstýrið kennir tað sum sína ábyrgd at vera við til at fáa gongd á at burturbeina órudd á støðum, har føroyingar hava verið, sigur Aksel V. Johannesen.


























