Varðveitingararbeiðið heldur fram

Varðveitingararbeiðið heldur fram
Arbeiðið, at umvæla og varðveita bygningarnar á Hvalastøðini við Áir, heldur fram. Bygningarnir verða skjótt lidnir uttan
Arbeiðið, at tryggja øll húsini á Hvalastøðini við Áir uttan, verður eftir ætlan liðugt næsta ár. Sostatt verður komið á mál við fyrsta stig í 2017
 
07.12.2016 - 11:23

Tvey tey norðastu húsini á Hvalastøðini við Áir standa aftur trygg. Tað boða Søvn Landsins frá í tíðindaskrivi.

Perlan, sum var vaktarhús, var í vánaligum standi. Tí hevur verið neyðugt at skifta út partar av stórviðinum, vindeygu, klædning og tekju.

SÍ EISINI Fáa ikki handverkarar til arbeiðið

Kemis, har bótarmolar vórðu framleiddir úr hvalatvøsti, hevur fingið nýggj vindeygu, sperrur og tekju. Ávíst stoypiarbeiði er eisini farið fram í ár.

Játtar løgtingið hvalastøðini pening á fíggjarlógini fyri 2017, verður farið í holt við Planin og Eldsmiðjuna, stendur í skrivinum.

Fyrsti parturin liðugur næsta ár

Av øðrum timburarbeiði er at fáa gjørt ventiliatiónkassa til Tørkuna. Tað er eisini arbeiði hjá múrara og jarnsmiði á Kvernuni og Ketilshúsinum, sum liggur og bíðar.

Enn eru avbjóðingar eftir og uppgávur at loysa inni í øllum húsum. Somuleiðis innskipan og kervi við gøtum, farleiðum við meira úti.

Eftir ætlan verður arbeiðið at tryggja øll húsini uttan liðugt komandi ár. Sostatt verður komið á mál við fyrsta stig í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329