Føroyingar umsita grein 14 í hjúnabandslógini

Føroyingar umsita grein 14 í hjúnabandslógini
Við kunngerð, sum løgmaður lýsti gjár, er nú staðfest, at grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini er føroyskt málsøki
Føroyingar umsita grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini
 
16.12.2016 - 12:45

Grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini sigur, at "Ægtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken." Hetta skal antin strikast ella broytast, um samkynd kunnu sleppa at gifta seg borgaraliga í Føroyum.

Semja var ikki um, antin føroyingar ella danir eiga hesa lógarbroytingina. Løgmansskrivstovan og donsk aðalráð, - tey eru Forsætismálaráðið, Kirkjumálaráðið og Almanna- og innanríkismálaráðið, søgdu, at føroyingar eiga málið, tí fólkakirkjan er yvirtikin. Men føroyska Mentamálaráðið segði, at danir eiga broytingina, tí hjúnabandslógin er donsk.

SÍ EISINI Hjúnarbandslógin til triðju viðgerð

Eftir at hava spurt seg fyri í Danmark, hevur løgmaður nú skorið ígjøgnum og kunngjørt, at Mentamálaráðið umsitur grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini.

Samkynd fáa ikki loyvi til at gifta seg í Føroyum, fyrr enn grein 14, annað stykki, er strikað ella broytt. Tað var treytin, tá løgtingið í vár samtykti at broyta hjúnbandslógina.

Mentamálaráðið skal nú gera broytingaruppskot um grein 14, stykki tvey, í hjúnabandslógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558