Góðar royndir við videodøming

Góðar royndir við videodøming
Fyrstu royndirnar eru nú gjørdar við at lata fótbóltsdómarar brúka video at døma eftir undir sjálvum dystinum
Nýggi forsetin í FIFA, Gianni Infantino er vælnøgdur við royndirnar
Mynd: Savnsmynd  
 
17.12.2016 - 13:22

Tað hevur givið góð úrslit at lata dómarar brúka video endurtøkur undir dystunum í heimsmeistarakappingina fyri fótbóltsfeløg. 

Tað heldur Gianni Infantino, FIFA-forseti. 

Nýggja video-skipanin, sum gevur dómaranum møguleika at steðga dystinum fyri at hyggja eftir video av hendingum, varð fyrstu ferð tikin í brúk mikudagin, tá eitt brotsparkt varð dømt í 3-0 sigrinum hjá Kashima Antlers móti Atletic Nacionale. Og hon var aftur brúkt hósdagin, tá Real Madrid vann 2-0 á Club America hósdagin. 

Ov langa tíð

Marco Van Basten, sum stendur fyri tekniskari menning í FIFA, heldur tó, at avgerðirnar hava tikið eitt sindur ov langa tíð. Men FIFA-forsetin heldur, at nýggja skipanin fremur gjøgnuskygni og rættvísi í fótbótinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688