Barnaverndarlógin verður broytt

Barnaverndarlógin verður broytt
Barnaverndarlógin skal broytast, so hon samsvarar við Barnarættindasáttmálan hjá ST
Barnaverndarlógin skal broytast, so hon samsvarar við Barnarættindasáttmálan hjá ST
Mynd: Savnsmynd  
 
22.12.2016 - 10:57

Løgtingsins umboðsmaður gjørdi í summar vart við, at neyðugt er at broyta lógina, so hon eisini hevur ásetingar um privata samdøgursrøkt. Og nú hevur Almannamálaráðið broytt lógina og sent uppskotið til hoyringar.

Lógarbroytingin er, at umframt góðkend fosturforeldur, kunnu eisini næstrafólk ella onnur, sum hava tætt samband við barnið, hava barnið í samdøgursrøkt, uttan at Fosturforeldraskipanin góðkennir tey. Tað er nóg mikið, at barnaverndartænastan velur og góðkennir tey, sum hava børn í privatari samdøgursrøkt.

Við lógaruppskotinum verður mælt til at gera nýtt kapittul í barnaverndarlógini um privata samdøgursrøkt, sum ásetur treytirnar fyri, nær neyðugt er við sonevndum røktarloyvi fyri at hava børn búgvandi. Eisini kann Høvuðsbarnaverndarnevndin nokta einum barni í privatari familjurøkt at flyta heimaftur.

Harafturat hevur skrivstovan hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini gjørt vart við, at neyðugt er at skilja millum samveru undir eftirliti og stuðlaðari samveru í lógini. Lagt verður tí afturat í lógini, at Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur støðu til, um umboðið frá barnaverndartænastuni skal virka sum eftirlit ella sum stuðul hjá foreldrunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945