Oljufeløg eiga at leggja meiri eftir seg í Føroyum

Oljufeløg eiga at leggja meiri eftir seg í Føroyum
Oljuvinnufelagið mælir til hægri árligt gjald enn landsstýrið ætlar
 
25.01.2017 - 10:10

Oljuvinnufelagið heldur, at oljufeløgini, sum koma til Føroya at leita eftir olju, eiga at leggja meira eftir seg her.

Felagið sigur, at árliga gjaldið til verkætlanir av týdningi fyri framtíðar kolvetnisleiting og til at menna føroyskan vinnuførleika hækkar 150.000 kr. og ikki 100.000 kr. sum landsstýrið ætlar.

Pengarnir til førleika eiga eisini at verða markaðir til kolvetnisídnaðin, sigur felagið.

Oljuvinnufelagið vil harafturat, at neyvari eftirlit verður fyri at tryggja, at føroyskar fyritøkur fáa ein veruligan møguleika at kappast við útlendskar fyritøkur.

Yvirhøvur eigur meira at verða gjørt fyri at tryggja føroyingum størri lut í oljuleitingini, heldur Oljuvinnufelagið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809