Nýggj tíðarætlan: Glasir liðugur á sumri '18

Nýggj tíðarætlan: Glasir liðugur á sumri '18
Landsverk vónar, størstu snávingarsteinarnir eru beindir av vegnum, og at nýggja tíðarætlanin, sum er kunngjørd í dag, heldur
Á sumri 2018. Tá verður Glasir liðugur sambært nýggjastu tíðarætlanini hjá Landsverki
 
02.02.2017 - 15:16

Skúladepilin í Marknagili verður handaður á sumri 2018. Tað sigur nýggja tíðarætlanin, sum Landsverk í dag hevur almannakunngjørt. 

Landsverk vónar, sambært tíðindaskrivi, at ringastu óhappini og ósemjurnar nú eru farnar afturum og byggingin kann halda fram ótarnað.  

SÍ EISINI Samanleggingin byrjað

Tá næsta skúlaár byrjar í august, flytur fyrsti flokkur á Búskaparbreytini í Føroya handilsskúla í Havn, ella Glasi í Marknagili, sum skúlin eitur nú, í skúlan í Hoydølum, sigur Steinbjørn Hardlei, skúlastjóri á Glasi í Marknagili og umsitingarstjóri hjá Glasi.

Tað er liður í samanleggingartilgongdini, at fyrstu flokkarnir í Glasi vera saman næsta skúlaár, og at lærarar undirvísa sínum næmingum í skúlabygningunum hvør hjá øðrum, tí tá flutt verður í Marknagil, skulu næmingar og lærarar í trimum skúlum vera undir sama taki.

Hetta skúlaárið er bara ein fyrsti flokkur á búskaparbreytini hjá Glasi í Marknagili. Annars hava teir verið tveir og okkurt árið tríggir. Freistin at søkja inn á miðnám næsta skúlaár er 15. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV