Leirvíkingar skulu sparka á innandura graslíki

Leirvíkingar skulu sparka á innandura graslíki
Í Eysturkommunu eru tey av álvara farin undir fyrireikingarnar til nýggja innanduravøllin í Leirvík
At inniloka vøllin í Leirvík kostar í minsta lagi 40 milliónir krónur, sigur Jóhann Christiansen
 
05.02.2017 - 16:45

Íbúgvar í Eysturkommunu skulu hava ein innandurða fótbóltsvøll - tað ætlar í øllum førum Jóhann Christiansen, borgarstjóri. Ætlanin er at inniloka núverandi vøll í Leirvík. 

Býráðið í Eysturkommunu gjørdi í fjør av at seta 200.000 krónur av á fíggjarætlanini til eitt kanningararbeiði í samband við at inniloka vøllin í Leirvík. 

Men tað skulu brúkast nógv fleiri pengar, um verkætlanin skal gerast veruleiki: Verkætlanin mett at kosta í minsta lagi 40 milliónir krónur.

Men hóast høga prísin, er ætlanin, sambært borgarstjóranum, væl móttikin millum tey, sum skulu rinda - nemliga skattagjaldararnir í Eysturkommunu. 

Í holt í summar

Enn er kanningararbeiði ikki liðugt, men Jóhann Christiansen væntar at leggja ætlanina fyri býráðið í summar.  Men nær vøllurin verður liðugur, er ikki vist. 

Og hóast ætlanin um at gera ein innandurða vøll fyrst og fremst kemur fótbóltinum til góðar, er ikki óhugsandi at fleiri aðrar ítróttagreinir fáa innivist, um verkætlanin ber á mál. 

"Her skal vera pláss fyri øllum frá fótbólti til bogaskjóting", sigur Jóhann Christiansen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786