Grønland: Fleiri flyta til høvuðsstaðin

Grønland: Fleiri flyta til høvuðsstaðin
31,5 prosent av fólkinum í Grønlandi býr í Nuuk
Nú búgva 17.600 fólk í Nuuk
 
12.02.2017 - 15:24

Fólkatalið í Grønlandi stendur at kalla í stað, men fleiri flyta til høvuðsstaðin, Nuuk.

Tað vísa tøl frá grønlendsku hagstovuni.

1. januar búðu tilsamans 55.860 fólk í Grønlandi, 13 fleiri enn í fjør.

Fólkatalið vaks í Sermersooq kommunu, sum høvuðsstaðurin Nuuk hoyrir til. 

Triðingurin býr í høvuðsstaðnum

284 fólk fleiri búðu í Nuuk 1. januar enn í fjør. 31,5 prosent av øllum fólkinum í Grønlandi býr í høvuðsstaðnum, ella 17.600 fólk.

Tilsamans búgva 22.673 fólk í høvuðsstaðarkommununi.

Hinvegin minkar fólkatalið á bygd. Í løtuni búgva 7.356 fólk í smáu bygdunum, tað eru 79 færri enn í fjør. Fólkið flytir annaðhvørt til størru býirnar ella av landinum, sigur grønlendska hagstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659