Hartaðir fyri føroyska fosturtøkulóg

Hartaðir fyri føroyska fosturtøkulóg
Politikarar leggja størri dent á gott samstarv enn rættin hjá kvinnum til at ráða yvir egnum kroppi, heldur danskur javnstøðufelagsskapur
 
13.02.2017 - 08:20

Danmark kann seta í verk fría forsturtøku í Føroyum, men ger tað ikki. Sostatt leggja politikkarar størri dent á gott samstarv í ríkisfelagsskapinum, enn rættin hjá kvinnum til at ráða yvir egnum kroppi. Tað sigur felagsskapurin Dansk Kvindesamfund.

Danskir politikarar finnast hvassliga at Donald Trump  fyri at taka stuðulin aftur frá felagsskapum, sum hjálpa kvinnum í menningarlondum at fáa fosturtøku.

Góðtaka støðuna í Føroyum

Men nett somu politikarar góðtaka, at kvinnur í okkara egna ríkisfelagsskapi í Føroyum framvegis ikki hava rætt til fría fosturtøku, sigur felagsskapurin. 

- Alla æru og virðing fyri, at vit, saman við átta londum í Evropa, siga, at tað er danskt aðalmál at ráða yvir egnum kroppi. Men áttu at hugt í okkara egna bakgarð, og tað gera vit ikki.

- Vit brúka blinda eyga og tað er ikki gott. Tað sigur forkvinnan Lisa Holmfjord frá Dansk Kvinnesamfund, við donsku útvarpsrásina, Radio24syv.

Vil hjálpa føroyingum um neyðugt

- Tað tykist, sum um danska stjórnin leggur størri dent á góð viðurskifti í ríkisfelagsksapinum, enn at kvinnur skulu ráða yvir egnum kroppi, sigur hon.

Framsøgufólkið hjá danska javnaðarflokkinum, Karin Gaardsted, heldur tó ikki, at Danmark eigur at taka yvir føroyska lóggávu, so leingi konservativa abortlógin hevur undirtøku millum føroyingar.

- Eg vil fegin arbeiða fyri fríari fosturtøku í Føroyum, men fyrst tann dagin, tá føroyska fólkið vil hava tað, sigur Karin Gaardsted við Radio24syv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053