Ætlanir um tunnil til Tjørnuvíkar

Ætlanir um tunnil til Tjørnuvíkar
Borgarstjórin í Sunda kommunu og landsstýrismaðurin í samferðslumálum hittust hósdagin fyri at tosa um ein tunnil til bygdina
 
17.02.2017 - 12:53

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, hevur biðið Landsverk um at skipa ein tunnilsbólk.

Landsstýrismaðurin vil hava, at Landsverk fer undir at bora tunnlar aftur, og í tí sambandi hevur hann heitt á Landsverk um at kanna millum annað prísin.

Tað var á fundi í gjár, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, tosaði við Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, um ferðslutrygdina til Tjørnuvíkar og onnur ferðsluviðurskiftir, í Sunda kommunu, tá hetta kom fram. 

Tunnilsbólkur settur

Tunnilsbólkurin, sum Landsverk arbeiðir við at skipa, skal kanna hvussu boringin og tunnilsarbeiðið skal skipast við fólki, hvørjar maskinur eru neyðugar, og eisini hvat hetta yvirhøvur fer at kosta. 

Landsverk skal eisini gera ætlan fyri, hvar í landinum byrjað verður at bora, hvussu nógv kann borast hvørt ár, og hvat tað fer at kosta.

Tunnilin til Tjørnuvíkar er millum teir fyrstu, sum hetta tunnilsholdið skal í gongd við, sigur Heðin Zachariasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363