Vilja hækka botnfrádráttin

Vilja hækka botnfrádráttin
Fólkaflokkurin vil nú hava, at botnfrádrátturin í kommunuskattinum verður tann sami sum í landsskattinum, 65.000 krónur
 
23.02.2017 - 08:43

Botnfrádrátturin er nú 30.000 krónur. Kommunurnar eiga sjálvar at sleppa at áseta botnfrádráttin, tó í mesta lagi 65.000 kr., frá næsta ári at rokna.

Inntøkur upp til 65.000 kr. rinda bara kommunuskatt. Tað er fyri at hjálpa teimum, sum hava so lítla inntøku, undan øllum skatti, at Fólkaflokkurin leggur fram sítt uppskot.

Flokkurin hevur leysliga roknað út, at um allar kommunurnar hækka botnfrádráttin 1.000 krónur, missa kommunurnar átta milliónir krónur í skatti.

Sambært lógaruppskotinum kunnu kommunurnar hækka bornfrádráttin 35.000 krónur, úr 30.000 krónum, sum hann er nú, upp í 65.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213