Færri harur skotnar í 2016

Færri harur skotnar í 2016
Umleið 3.500 harur vórðu skotnar í Føroyum í fjør. Tað eru 70 prosent av tí, sum skotið varð fyrraárið
Nakað minni av haru varð skotin í 2016 enn í 2015, vísir uppgerð hjá Eyðfinni Magnussen, ið kannar haruveiðu í Føroyum
 
25.02.2017 - 11:20

Tað vísir yvirlit, sum Eyðfinn Magnussen hevur gjørt út frá upplýsingum, hann hevur fingið frá teimum, ið hava skotið.

Veðrið hevur nógv at siga, hvussu nógv hara er, sigur hann við útvarpið. Til samans 451 túrar í 187 hagapørtum vórðu gjørdir í fjør um alt landið.

Veðrið nógv at siga

Fyri alt landið vórðu skotnar 2,38 harur fyri hvørja byrsu hvønn dagin. Hetta er á leið tað sama sum í 2015, men nakað minni enn í 2014.

Eyðfinn Magnussen, ið hevur kannað haruveiðu í Føroyum, gevur veðrinum ábygrdina av, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum.

Hann heldur ikki, at rottan hevur nakað við harustovnin at gera. Fyri at fáa fleiri harur er neyðugt at bøta um umstøðurnar hjá harum í haganum, eitt nú at gera fleiri harusetur.

Saksunarmenn skutu flestar

Yvirlitið hjá honum vísur, at raskastir at skjóta haru í fjør vóru tey í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Tey skutu til samans 90 harur á sjey túrum. 

Næstraskastir at skjóta haru í Føroyum í 2016 vóru tey í Strandarhaga á Strond á Borðoynni. Har vórðu skotnar 69 harur á fimm túrum.

Triðbestir vóru tey í Fjalli, ið er partur í Ognarhaganum í Kvívík, 68 harur á sjey túrum, vísir yvirlitið hjá Eyðfinni Magnussen, ið savnar inn upplýsingar um harur og haruskjóting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604