Reiðarar hótta fiskavirki

Reiðarar hótta fiskavirki
Arbeiðsplássini í norska fiskiídnaðinum eru í stórum vanda, tí norsku skipini landa í Føroyum. Rávøran hvørvur uttanlands
 
24.02.2017 - 08:44

Tað sigur Inger-Marie Sperre, nevndarforkvinna í Sjømat Norge og stjóri í Brødrene Sperre í Ålesund við Fiskeribladet. Brødrene Sperre selja millum annað frystan uppsjóvarfisk.

Fiskavirkini fáa ikki fiskin hjá norskum skipum, tí tey landa uttanlands. Hetta má halda uppat, sigur Inger-Marie Sperre.

Góður prísur í Føroyum

Hon undrast á, at reiðarar og fiskimenn kæra sína neyð um, hvussu Føroyar og Ísland bera seg at í samráðingunum um uppsjóvarfiskin, samstundis sum teir landa lodnu í Føroyum og Íslandi.

Norsk skip, sum hava fiskað lodnu í Íslandi, hava landað í Føroyum, tí prísurin er so góður her.

Samstundis verða føroysk skip revsað, um tey landa í Noregi, sigur Inger-Marie Sperre við Fiskeribladet.

Landskassin tvær krónur kilo

Landa skipini í Noregi, skulu tey rinda føroyska landskassanum tvær krónur fyri kilo.

Norskir myndugleikar hava til fánýtis roynt at fingið føoyingar at strika revsingina, sum Inger-Marie Sperre kallar gjaldið til landskassan.

Hon sigur, at nú er spurningurin, um nakar fiskiídnaður skal vera í Noregi yvirhøvur. Norski lodnufiskiskapurin við Ísland helt uppat fyrr í vikuni. 

Kemur ikki ofta fyri

Audun Maråk, stjóri í reiðarafelagnum Fiskebåt, sigur, at tað er ikki ofta, at norsk skip landa í Føroyum og Íslandi.

Hetta er ein trygdarventilur, sum skipini hava, tá prísurin í Noregi er lágur og norsk virki ikki fáa tikið allan fiskin.

Í einum føri landaði norskt skip lodnu í Íslandi. Annars fór lastin fyri skeytið, tí so nógv æti var í fiskinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283