Samskipari fyri tilbúgvingini settur

Samskipari fyri tilbúgvingini settur
Ein løgreglumaður, ið kemur úr einum starvi sum varapolitiinspektørur, er settur sum tilbúgvingarsamskipari í Føroyum
Samskipari fyri tilbúgvingina í Føroyum er nú settur. Andras Marr Poulsen, ið hevur verið varapolitiinspektørur, er settur í starvið
 
03.03.2017 - 09:47

Andras Marr Poulsen er settur sum samskipari fyri tilbúgvingina. Hann kemur úr starvinum sum varapolitiinspektørur í Føroyum. Talan er um nýtt starv í Fiskimálaráðnum.

Sambært starvslýsingini skal samskiparin, vegna landsstýrismannin í tilbúgvingarmálum, tryggja samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og veita myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving. 

25 fólk søktu starvið sum tilbúgvingarsamskipari. Viðkomandi skal eisini standa fyri lógar- og kunngerðasmíði og orða nýggjar reglugerðir og leiðbeiningar.

Millum høvuðsuppgávurnar hjá samskiparanum er eisini at tryggja, at lýsing av allari tilbúgvingini altíð er tøk, ment og dagførd, og eisini skal samskiparin gera greiningar av ábyrdarbýtinum millum ymsu partarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026