Týskt njósnaraskip á Kollafirði

Týskt njósnaraskip á Kollafirði
Eitt týskt herskip legði fyrrapartin at bryggju í Kollafiði. Umboðsmaðurin hjá skipinum veit ikki, hvat skipið ger her
Týska herskipið, Oker A53, vitjar í Føroyum í nakrar dagar. Umboðsmaðurin hjá skipinum veit ikki, hvat skipið ger í Føroyum
Mynd: Eyðun Waagstein  
 
03.03.2017 - 13:02

Skipið eitur Oker A53, og er eitt av trimum skipum, sum týski herurin eigur av hesum slagnum. Skipið er bygt í 1988 og tað er gjørt til at fregnast um russisk skip.

Sambært Arktisk Kommando hevur skipið herskúlanæmingar umborð og vitjar í Føroyum sum skúlaskip.

Ikki í hernaðarligum ørindum

21 herskúlanæmingar eru við umborð, sigur Per Højgaard Jensen, ovasti hjá Arktisk Kommando í Føroyum. 

- Skipið er ikki á hesum leiðum í hernaðarligum ørindum, men man hyggur sjálvsagt eftir, hvat er á leiðini, nú man er her, sigur Per Højgaard Jensen. Hann veit ikki um, at skipið hevur verið í Føroyum fyrr. 

Oker liggur til mánadagin 6. mars, sambært Faroe Agency, ið er umboð hjá skipinum í Føroyum. Faroe Agency hevur ongar upplýsingar fingið um, hvat skipið ger í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037