Loyvið at skjóta gæs leingjast

Loyvið at skjóta gæs leingjast
Loyvt eigur at vera at skjóta grágæs í trý ár afturat. Tað heldur Fiskimálaráðið, sum vil hava heimildina longda til 1. juni 2020
 
08.03.2017 - 09:05

Síðani í 2014 hevur verið loyvt at skjóta grágæs, sum seta seg á velt lendi. Sambært Búnaðarstovuni fekk hon boð um, at 47 gæs vórðu skotnar í 2014, 266 í 2015 og 217 í fjør.

27 loyvi eru latin at skjóta gás.  Tá lógin kom í 2014, varð samtykt, at landsstýrismaðurin skuldi stíla fyri kanningum og vísindaligum grá-gásateljingum.

Hetta er ikki gjørt. Men tað verður gjørt, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Grágæs gera skaða á slóttubø og velt lendi hjá bóndum. Tí er loyvt at skjóta tær, tá tær seta seg har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576