Kanning: Føroyingar vilja nú lesa í Føroyum

Kanning: Føroyingar vilja nú lesa í Føroyum
Tey flestu, sum ætla sær hægri útbúgving, vilja nú taka hana í Føroyum. Fyri fáum árum síðani var støðan júst tann øvugta
Tey flestu, sum ætla sær hægri útbúgving, vilja nú taka útbúgvingina í Føroyum. Tað vísir ein kanning, sum Glasir hava gjørt
 
15.03.2017 - 09:09

Tey flestu, sum ætla sær hægri útbúgving, vilja nú taka útbúgvingina í Føroyum. Tað vísir ein kanning, sum Glasir hava gjørt. Fyri trimum árum síðani var støðan júst tann øvugta. Tá vildu tey flestu av landinum at lesa.

Á heysti í 2014 vildu 29 prosent lesa í Føroyum og 44 prosent í Danmark. Nú vilja 40 prosent lesa í Føroyum og 36 prosent í Danmark. Orsøkin er, at nú eru fleiri útbúgvingar í Føroyum, sigur Glasir.

Í kanningini eru næmingar seinasta árið í gymnasialum miðnámi spurdir. Tey eru 60 prosent kvinnur og 40 prosent menn. Tey flestu eru 19 ár. Góð 87 prosent svaraðu.

Tey flestu vilja lesa til lækna og búskapur er nummar tvey. Niðast á listanum er gudfrøði. Fólk vórðu eisini spurd, um tey koma aftur til Føroya, tá tey eru liðug at lesa uttanlands. Heili 82 prosent svaraðu, at tey ætlaðu sær at flyta heim aftur til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162