Almannaverkið fingið átalu

Almannaverkið fingið átalu
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Almannaverkinum eina átalu í einum máli um løn undir arbeiðsvenjing
 
23.03.2017 - 18:05

Umboðsmaðurin fekk eina klagu frá einum borgara um vantandi løn fyri arbeiðsvenjing hjá Almannaverkinum. Arbeiðsvenjingin vardi í tríggjar mánaðar og ikki fyrr enn fýra mánaðar eftir at arbeiðsvenjing varð endað, fekk klagarin útgoldið sína løn.

Borgarin hevur rykt Almannaverkið skrivliga tann 28. apríl 2016 og 28. juli 2016 um løn fyri arbeiðsvenjingina. Almannaverkið sæst hvørki at hava svarað nevndu rykkjarum frá klagaranum skrivliga ella skrásett nakað munnligt svar uppá rykkjarnar.

Hetta er als ikki nøktandi, sigur Løgtings umboðsmaður. Umboðsmaðurin gevur Almannaverkinum eina átalu fyri handfaringina av málinum, men ger ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444