Fyrsta SAS-flogfarið lent

Fyrsta SAS-flogfarið lent
Kappingin at flúgva til og úr Føroyum byrjaði í dag
Fyrsta SAS flogfarið lendi í morgun
Mynd: Vága floghavn  
 
26.03.2017 - 10:41

Fyrsta flogfarið hjá flogfelagnum SAS setti seg í Vágum klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin. Flogfarið fer avstað aftur klokkan 11:10.

Hetta er fyrstu ferð, síðan Faroe Jet gavst at flúgva, at kapping aftur er á Føroyaleiðini.

SÍ EISINI Sas skal flúgva alt árið

Um vikuskifti almannakunngjørdi Atlantsflog nýggja bonusskipan. Talan er um súluskipanina, sum  felagið annars legði í grøvina, tá SAS og Atlantsflog fórú í samstarv um Eurobonus skipanina.

Hendan var sum kunnugt avtikin aftur, tá SAS almannakunngjørdi sínar ætlanir um at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn. 

SÍ EISINI Steðga samstarvi um Eurobonus
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV