Semingsmenn eru nú boðsendir

Semingsmenn eru nú boðsendir
Semingsstovnurin er farin undir arbeiðið, at fáa í lag nýggjan sáttmála fyri skiparar og stýrimenn, ið sigla við skipunum hjá Strandferðsluni
Semingsstovnurin er nú farin undir arbeiðið at fáa Føroya skipara- og navigatørfelag og Strandferðsluna at semjast um nýggjan sáttmála fyri skiparar og stýrimenn, ið sigla við strandfaraskipunum
 
28.03.2017 - 13:42

Semingsstovnurin er nú farin undir arbeiðið at fáa Føroya skipara- og navigatørfelag og Strandferðsluna at semjast um nýggjan sáttmála fyri skiparar og stýrimenn, sum sigla við strandfaraskipunum.

Samráðingarnar millum partarnar slitnaðu fyri tveimum vikum síðani, og tá varð semingsstovnurin boðsendur. Partarnir hava tosað saman nakrar ferðir, og í morgun byrjaðu realitetssamráðingarnar, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Togtogan um serliga tveir arbeiðsdagar

Ósemjan snýr seg í stóran mun um avgerðina at lata skipini hjá Strandferðsluni sigla allar dagar í árinum, tað varð gjørt fyrstu ferð í fjør.

Ein gerðarættarúrskurður segði, at manningin skal hava løn fyri eisini at sigla langafríggjadag og jóladag, sum annars høvdu verið frídagar hjá manningunum á strandfaraskipunum.

SÍ EISINI Nýggjur sáttmáli fyri farmaskipini

Nú skal so lønin ásetast fyri teir báðar dagarnar, og tað kundi Strandferðslan og Føroya Skipara- og Navigatørfelag ikki semjast um. Tí var neyðugt at biðja semingsstovnin um hjálp at loysa ósemjuna.

Samráðingarnar byrjaðu av álvara í morgun, og hildið verður fram at finna semju ímillum partarnar, so leingi sum tað verður neyðugt, sigur Terje Sigurðsson.

Maskinmeistarafelagið gjørdi fyrst í árinum nýggjan sáttmála fyri maskinmenninar við Strandferðsluni. Teir fingu somu lønarhækking sum onnur feløg høvdu fingið, og tann sáttmálin var bara galdandi í eitt ár, - til 1. oktober í ár.

Samráðast tá onnur feløg ikki gera

Tað var Lønardeildin, sum vildi hava felagið at gera eitt ára sáttmála, tí so kom felagið at samráðast samstundis sum onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum samráðast, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Tá nýggjur sáttmáli fyri yvirmenninar á Strandferðsluni varð gjørdur í Skálavík fyri nøkrum árum síðani, var talan um trý ára sáttmála. Tað hevði við sær, at feløgini skuldu samráðast tá onnur feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki samráddust. 

Tað er fingið í rættlag við sáttmálanum, sum varð gjørdur í januar, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Starvsmannafelagið hevur eisini limir við strandfaraskipunum, tann sáttmálin fer úr gildi 1. oktober í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037