Loyvi at skjóta leingjast

Loyvi at skjóta leingjast
Løgtingið fer í dag at viðgera, um tað skal verða loyvt at skjóta grágæs í trý ár afturat. 217 fær vórðu skotnar í 2016
 
30.03.2017 - 09:53

Í 2014 varð loyvi givið at skjóta í veltum lendi í trý ár. Nú vil landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, leingja loyvi trý ár afturat fram til 1. juni 2020.

Tá loyvi fyri trimum árum síðan varð givið at skjóta grágás, treytaði Løgtingið sær, at ein kanning varð gjørd um stovnin. Men pengarnir komu ikki.

Tí er ongantíð kannað, hvussu stovnurin er fyri. Men tað skal nú gerast, sigur landsstýrismaðurin. 217 gæs vórðu skotnar í fjør, 66 í 2015 og 47 í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392