Øll innangarðsjørðin skift av nýggjum

Øll innangarðsjørðin skift av nýggjum
Útskiftingin fyri Stranda bygd, sum byrjaði afturi í 2004, er nú loksins liðug
 
02.04.2017 - 11:28

Yvirútskiftingarnevndin hevur gjørt endaligan úrskurð í málinum um innangarðs útskiftingina í markatalsbygdini Strendur, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuni.

Neyðugt var at útskifta jørðina innangarðs fyri at leggja saman smærru eindirnar av jørð í størri eindir. Fólk, sum eiga jørð, kundu seta fram ynski áðrenn innangarðs jørðin varð útskift.

Útskiftingarnevndin hevur í samband við arbeiðið roynt at eftirlíka ynskjunum hjá eigarunum. Tó hevur verið neyðugt í einstøkum førum at ognartaka nakað av jørð innangarðs.

Kommunalu myndugleikarnir fara nú í samráð við útskiftingarnevndina at gera av, hvussu nógv skal leggjast út til sethúsabygging. Lendi skal eisini leggjast út til broytingar í vegagerðini í kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162