Tíma ikki týska málið

Tíma ikki týska málið
Hóast týskt er nógv størsta móðurmál í Evropa, er áhugin í Føroyum fyri týskum ikki tann stóri
Nógv færri hava týskt í fólkaskúlanum nú enn fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Hetta skúlaárið hava 374 næmingar týskt
 
02.04.2017 - 10:45

Nógv færri hava týskt í fólkaskúlanum nú enn fyri bara nøkrum fáum árum síðani. Hetta skúlaárið hava 374 næmingar týskt. Tey vóru 759 árið 2012-2013. Næsta skúlaár 2017/18 hava 437 næmingar higartil valt týskt í 8. og 9. flokki.

Men tá eru næmingar í seks skúlum, sum ikki enn hava valt vallærugreinir til næsta skúlaár. Hetta kemur fram í svari frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.

Sama er at siga um miðnám sum um fólkaskúlan, áhugin fyri týskum er minni í ár enn fyri fáum árum síðani. Tey eru 134 í ár, tey vóru 404 skúlaárið 2012-2013. 43 hava søkt um týskt næsta skúlaár.

Á Fróðskaparsetrinum hevur eingin týskt sum linjulestur, tað vil siga eingin er í útbúgving sum lærari í týskum. Tey vóru 13 seinastu tíggju árini. Heldur einki granskingarstarv í týskum er á Fróðskaparsetrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459