Løgfrøðin skal fyrst uppá pláss

Løgfrøðin skal fyrst uppá pláss
Ein prestur skal bara kunna signa samkynd, hevur hann løggilt ritual til tað. Tað er broytingin í hjúnabandslógini, tingið nú skal taka støðu til
Prestar skulu bara kunna signa samkynd hava teir eitt løggilt ritual til tað. Tað er broytingin í hjúnabandslógini, sum Løgtingið skal taka støðu til hósdagin
 
04.04.2017 - 14:04

Endamálið við lógarbroytingini er at tryggja, at samkynd ikki kunnu krevja at verða signað í kirkjuni, tí onki slíkt ritual finnst, og tað er sera sjáldan, at kirkjulig ritual verða broytt.

Ein meiriluti í Løgtinginum avgjørdi 29. apríl í fjør, at samskynd skuldu sleppa at giftast borgarliga. Men ein treyt fyri, at lógin kundi koma í gildi var, at ein regla um signing av borgarligum vígslum skuldi takast úr hjúnabandslógini fyrst.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, sendi tí eitt uppskot til hoyringar, har grein 14 stykki 2, sum lógartryggjar rættin til kirkjuliga signing, varð tikin úr hjúnabandslógini. Men Føroya Stiftsstjórn, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya mótmælti hesum.

Landsstýriskvinnan broytti uppskotið

Í hoyringarskrivinum stóð, at: "borgarliga gift - kona og maður, har annað ella bæði eru limir í fólkakirkjuni - hava lógartryggjað krav upp á kirkjuliga signing. Hetta skal vera óbroytt."

Eisini vístu partarnir á, at tað er prinsipielt skeivt at lóggeva um kirkjulig viðurskifti uttan at fólkakirkjan hevur tikið lut í lógarsmíðnum. Tí broytti Rigmor Dam uppskotið.

Í nýggja uppskotinum er grein 14 stykki 2 broytt so tað nú ljóðar soleiðis: "Hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um hetta.” 

Kirkjan einki løggilt ritual til signing

Hetta merkir, at um fólkakirkjan í Føroyum skal signa borgaraliga gift samkynd skal hon fyrst gera eitt ritual til tess.

Endamálið við hesari broytingini er, sambært Mentamálaráðnum, at gera fullkomiliga greitt, at tað er ein innanhýsis spurningur í fólkakirkjuni, hvørjar kirkjuligar gerðir fara fram í fólkakirkjuni, og at samkynd ikki kunnu krevja at verða signað, tí kirkjan ikki hevur løggilt ritual til tað.

Tað verður neyvan í bræði, at eitt slíkt ritual verður gjørt. Tað er sera sjáldan, at kirkjulig ritual verða broytt, tí tey eru so grundleggjandi partur av kirkjuskipanini. Síðani Føroyar yvirtóku fólkakirkjuna í 2007 eru ongin ritual broytt. 

Mannagongdirnar eru víðfevndar

Eisini eru mannagongdirnar at broyta eitt ritual víðfevnandi. Fyrst skal bispur seta eina nevnd, og nevndin skal síðani gera eitt tilmæli um ritualið. Sìðani skal landsstýriskvinnan mæla løgmanni til at góðkenna tað, og at enda skal løgmaður løggilda ritualið. 

Lógaruppskotið varð also broytt fyri at taka atlit til atfinningarnar hjá fólkakirkjuni. Men Føroya Stiftsstjórn, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya hava eisini mótmælti hesum broytingum.

Í seinna hoyringarskrivinum stendur, at: "Tað er prinsipielt skeivt, at blanda borgarligt lógarsmíð og kirkjuligt lógarsmíð saman, og at fólkakirkjan verður drigin upp í politiskar avgerðir. Vit kunnu av prinsipiellum orsøkum tí ikki taka undir við fyriliggjandi broytingum".

Ikki broytt eftir atfinningar

Mentamálaráðið hevur tó ikki broytt lógaruppskotið aftaná hesar atfinningarnar. Ráðið skrivar skrivar í lógaruppskotinum, at atfinningarnar sýnast at verða mótmæli móti allari tilgongdini at broyta hjúnabandslógina.

Løgtingið hevur tó longu samtykt, at samkynd pør í Føroyum kunnu vígast borgarliga, og tí er ikki aktuelt at viðgera alt málið.

Tað, sum Løgtingið skal taka støðu til hósdagin, er sostatt orðingina um, at hjún bara kunnu signast í tann mun, fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess. Í løtuni hevur Fólkakirkjan einki løggilt ritual at signa samkynd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158