Ov nógv innskrivað á útbúgving

Ov nógv innskrivað á útbúgving
Færri sleppa inn at lesa master í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum eftir summarfrítíðina
 
04.04.2017 - 13:16

"Miðjað hevur verið ímóti at taka umleið 15 lesandi inn á útbúgvingina á hvørjum ári. Í 2017 verða kortini einans 10 tikin inn vegna stórt tal av innskrivaðum lesandi samanlagt" skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.

Sostatt er orsøkin, at tað til samans eru ov nógv innskrivað á útbúgvingina í løgfrøði, og tí er ikki pláss fyri, at taka 15 inn á masterlestur hesuferð, men bara 10.

Útvarpið onga viðmerking frá Setrinum

Sambært tølum, sum Mentamálaráðið sendi Fíggjarnevndini í desember í fjør, vórðu 18 fólk tikin inn at lesa løgfrøði í fjør. Tá gjørdust sjey fólk master í løgfrøði, ið er sett til at vera ein tvey ára útbúgving.

Í 2015 vórðu 24 fólk tikin inn at lesa løgfrøði, og sama ár gjørdust trý fólk master í løgfrøði, sæst í skjølunum, ið Fíggjarnevndin fekk frá Mentamálaráðnum í desember í fjør.

Útvarpið ætlaði at gera samrøðu við Bárð Larsen, leiðara á útbúgvingini, men hann er burturstaddur í feriu. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, sigur seg ikki vera nóg nógv inni í málinum, til at kunna viðmerkja tað, men vísir til Bárð Larsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040